Ring og fá eitt óbindandi tilboð á 22 18 49
UNDRI BILSÁPA er ein umhvørvisvinarlig sápa við avfeittara og voks. Sápan kann nýtast til at reinsa asfalt, tjøru, og annað av bilum, maskinum og øðrum amboðum.Fyri at fáa besta úrslit, er umráðandi at gera bilin vátan áðrenn sápan verður sproytað á. Hetta er eisini betri fyri bilin, tí ofta eru nógvir smásteinar ella sandur, ið kunnu skøva lakkið, um ein fer at vaska við tað sama.
UNDRI BILSÁPA kann ikki nýtast undir 0°, av tí at voksið ikki gevur tað ávirkan, ið tað av røttum eigur.
UNDRI PENSLASÁPA er ein umhvørvisvinarlig sápa, ið er ætla til at vaska máling úr málaraamboðum, oljumáling, tjøru, lím sikaflex, feitt og annað við. Sápan kann eisini nýtast til hondvask, har serliga skitið arbeiði verður gjørt. Skal sápan nýtast sum hondvask, er tó umráðandi at blandað við nógvum vatni.
UNDRI PLETTAREINS er ein umhvørvisvinarlig sápa, ið kann reinsa alt slag av plettum úr klæðum. Til dømis er sápan sera væl egna til at fáa burtur blóð, olju, máling, tjøru, harpiks, vín, tyggigummi, makeup, lím, varrastif, reyðvín, mascara, ketchup, voks, saft, kaffi og mangt annað.
UNDRI GRÓÐURREINS er ein umhvørvisvinarlig sápa til reingerð av øllum innan háva arbeið. Til dømis kann sápan nýtast til vask av reiðskapi, grill, flísum, gróður o.ø. Sápan kann eisini nýtast til at drepa illgras. Tá skal sápan nýtast ótynt, og best er at stoyta so tætt at rótini sum gjørligt.
Umframt at stuðla umhvørvinum sum heild, ynskja vit í UNDRI eisini at stuðla nærumhvørvinum. Í fyrsta umfari er stuðul latin til at stovna og menna fótbóltsfelagið Undri FF.
Vit eru fleiri, ið hava góðar royndir frá UNDRI sápuni, í nógvum ymiskum samanhangum. Les um onkrar av sólskinsøgunum, sum brúkarin hevur greitt frá.
Send okkum ein teldupost á: undri_undri.fo
Ring: 22 18 49
©UNDRI.FO. Øll rættindi vard.