Ring og fá eitt óbindandi tilboð á 22 18 49
Við svanamerkinum hevur brúkarin trygd fyri, at vøran bæði er umhvørvisvinarlig, góð fyri heilsuna og hevur góða góðsku.
UNDRI er 100% umhvørvisvinarligt reingerarevni. UNDRI er framleitt av lambafeitti og rapsolju. Ein partur av vørunum hava norðurlendska svanamerki. Aftaná nýtslu ganga bert 45 dagar til 90% av UNDRI aftur er ein partur av náttúruni og aftaná 45 dagar afturat, er UNDRI 100% í náttúruni aftur.
HVAT ER SVANAMERKIÐ?
Svanamerkið er norðurlendska umhvørvismerkið. Tað varð stovnað av Nordisk Ministerråd í 1989, og í 1997 komu Danmark og Føroyar uppí samstarvið. Svanamerkið verður nýtt í øllum teimum norðurlendsku londunum.
Umhvørvismerkingin ger tað lætt og skjótt at finna umhvørvisvinarligar vørur. Tá ið eina vøra er merkt við svanamerkinum, borgar hetta fyri:
Svanamerkið er ein sjálvboðin skipan fyri framleiðarar. Tí kunnu tað verða vørur, sum liva upp til krøvini, sum umhvørvismerkingin setur uttan at hava nakað merki á sær. Sum brúkari og innkeypari kann hetta tó verða torført at finna út av, um einki merki er á.
Umframt at stuðla umhvørvinum sum heild, ynskja vit í UNDRI eisini at stuðla nærumhvørvinum. Í fyrsta umfari er stuðul latin til at stovna og menna fótbóltsfelagið Undri FF.
Vit eru fleiri, ið hava góðar royndir frá UNDRI sápuni, í nógvum ymiskum samanhangum. Les um onkrar av sólskinsøgunum, sum brúkarin hevur greitt frá.
Send okkum ein teldupost á: undri_undri.fo
Ring: 22 18 49
©UNDRI.FO. Øll rættindi vard.