Ring og fá eitt óbindandi tilboð á 22 18 49
Við hesi heimasíðuni, ynskja vit at geva tær upplýsingar um
UNDRI í Føroyum. Her ber til at finna fram til hvussu UNDRI varð
til veruleika, hvat tað kann nýtast til, hvar tú kanst keypa sápuna og hvussu tú kanst fáa samband við okkum. Eisini eru aðrir upplýsingar á síðuni, sum kunnu verða hentir hjá tær ella tíni fyriøtku.
Vit vóna, at tú finnur tað, tú leitar eftir, og um okkurt skuldi verið at spurt um, so er tú altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkara.
Vinarliga
Jógvan Skorheim, stjóri
Hjá okkum kemur umhvørvið fyrst og fremst -men tað fylgir so øðiliga nógv annað gott við. Sápan er, umframt at vera umhvørvisvinarlig, samstundis sera nýtsludrúgv og av tí sama avbera kappingarfør í kostnaði.
Sápan hevur eisini nógvar aðrar góðar eginleikar - les meira um tað her!
Fyri at tryggja okkum, at sápa okkara er góð fyri umhvørvið, hava vit valt at seta høg krøv til vøruna.
Hetta hava vit gjørt við at skráseta vøruna við norðurlendska svanamerkinum.
Vit umboða nú eisini sera effektivt klor, ið kann verða við til at lækka útreiðslurnar hjá tínari fyritøku ella stovni. Við nýggja EasySan sproytuni, kanst tú lættliga drepa allar bakteriur.
Umframt at stuðla umhvørvinum sum heild, ynskja vit í UNDRI eisini at stuðla nærumhvørvinum. Í fyrsta umfari er stuðul latin til at stovna og menna fótbóltsfelagið Undri FF.
Vit eru fleiri, ið hava góðar royndir frá UNDRI sápuni, í nógvum ymiskum samanhangum. Les um onkrar av sólskinsøgunum, sum brúkarin hevur greitt frá.
Send okkum ein teldupost á: undri_undri.fo
Ring: 22 18 49
©UNDRI.FO. Øll rættindi vard.