Ring og fá eitt óbindandi tilboð á 22 18 49
UNDRI ÍDNAÐARREINS er ein umhvørvisvinarliga sápa, ið kann nýtast til alt slag av reingerð. Sápan er vælegnað til reingerð av olju, feitt og tjøru. Vanliga eru líknandi sápur, ið skulu nýtast til reingerð av maskinum, skipum, verkstøðum o.ø. gjørdar úr olju, sprit, terpentine. Hesi evni hava ofta ov nógv soda og hava eitt ov høgt sýruevni , ið kann vera skaðiligt fyri menniskju og tera uppá metal. Við UNDRI ÍDNAÐARREINS, kanst tú verða vísur í at sápan dampar ikki, hevur eingi skaðilig evnir, og er allergivinarligt.
Sápan er ikki bara óskaðilig, men eisini líka effektiv sum vanligu reingerðingsevnini.
Framferðarháttur:
• Koyr sápuna á. (Blanda eftir tørvi)
• Lat liggja eina løtu (5 minuttir)
• Vaska av við bust ella svampi og brúka nógv vatn.
Serligir eginleikar:
• Ikki heilsuskaðiligt
• Lágt ph virði (7,7)
• Drúgt
• Effektivt
• Umhvørvisvinarligt
• Terir ikki uppá metal ella jarn
Umframt at stuðla umhvørvinum sum heild, ynskja vit í UNDRI eisini at stuðla nærumhvørvinum. Í fyrsta umfari er stuðul latin til at stovna og menna fótbóltsfelagið Undri FF.
Vit eru fleiri, ið hava góðar royndir frá UNDRI sápuni, í nógvum ymiskum samanhangum. Les um onkrar av sólskinsøgunum, sum brúkarin hevur greitt frá.
Send okkum ein teldupost á: undri_undri.fo
Ring: 22 18 49
©UNDRI.FO. Øll rættindi vard.