Ring og fá eitt óbindandi tilboð á 22 18 49
Við svanamerkinum hevur brúkarin trygd fyri, at vøran bæði er umhvørvisvinarlig, góð fyri heilsuna og hevur góða góðsku.
UNDRI BILSÁPA er ein umhvørvisvinarlig sápa við avfeittara og voks. Sápan kann nýtast til at reinsa asfalt, tjøru, og annað av bilum, maskinum og øðrum amboðum.Fyri at fáa besta úrslit, er umráðandi at gera bilin vátan áðrenn sápan verður sproytað á. Hetta er eisini betri fyri bilin, tí ofta eru nógvir smásteinar ella sandur, ið kunnu skøva lakkið, um ein fer at vaska við tað sama.
UNDRI BILSÁPA kann ikki nýtast undir 0°, av tí at voksið ikki gevur tað ávirkan, ið tað av røttum eigur.
Framferðarháttur:
• Koyr vatn á bilin
• Sproyta evni á bilin og lat tað virka í 2 - 5 minuttir.
• Koyr umleið 1dl av sápu í eina spann og fill við vatni
• Vaska við bust ella svampi
• Tá ið alt er vaska, skola væl av við nógvum vatni
• Lat bilin torna av sær sjálvur, fyri at fáa besta úrslit
Serligir eginleikar:
• Avfeittari, sápa og voks!
• Lágt ph virði (7,7)
• Drúgt
• Effektivt
• Umhvørvisvinarligt
Umframt at stuðla umhvørvinum sum heild, ynskja vit í UNDRI eisini at stuðla nærumhvørvinum. Í fyrsta umfari er stuðul latin til at stovna og menna fótbóltsfelagið Undri FF.
Vit eru fleiri, ið hava góðar royndir frá UNDRI sápuni, í nógvum ymiskum samanhangum. Les um onkrar av sólskinsøgunum, sum brúkarin hevur greitt frá.
Send okkum ein teldupost á: undri_undri.fo
Ring: 22 18 49
©UNDRI.FO. Øll rættindi vard.